Tíðindi og kunngerðir

29-04-2010

Nógv rusk í land á Toftum

- Tofta havn tekur ímóti ruski frá skipum og bátum, og vit taka eisini ímóti spillolju. Fiskimenn eru nógv meiri at sær komnir í dag, enn tá eg var sjómaður, sigur havnarmeistarin hjá Tofta havn, Hans Óli Viberg, við Sosialin mikudagin 28. apríl 2010

Kassar til rusk og tanga til spillolju
Í nøkur ár hevur Tofta havn tikið ímóti spillolju og ruski frá skipum og bátum, sum koma til bryggju á Toftum.
.- Vit hava tanga til spillolju, og vit hava kassar til rusk. Skip og bátar rinda eitt ávíst gjald fyri móttøku av burturkasti, og gjaldið er eftir støddini á skipinum. Tað kostar at sleppa av við rusk, og vit taka bara so mikið fyri hesa tænastu, at skipanin hongur saman. Ætlanin hevur ongantíð verið, at hetta skal vera nøkur forrætning hjá okkum, men ein tænasta til skip og bátar, so minni – og helst einki – verður kastað í havið.

Hans Óli sigur við Sosialin, at tænastan skal vera so bílig sum gjørligt, soleiðis at kostnaðurin ikki skal vera nøkur forðing hjá skipum og bátum at føra alt burturkast til lands – til burturbeiningar.
- Vit syrgja síðan fyri, at spillolja og rusk fara á góðkent stað til burturbeiningar, leggur hann aftrat.

Meiri bevístir
Havnarmeistarin sigur, at fiski-og útróðrarmenn við árunum eru vorðnir nógv meiri bevístir um ikki at kasta burturkast í havið.
- Eg skal rósa hesum monnum fyri alt, sum teir taka í land við sær, og eg kann róliga siga, at tað fer ikki ein agnpakki í havið longur. Línubátar koma við ymiskum gomlum, sum teir hava fingið á línuna, og trolarar koma við ymiskum, teir fáa í trolið. Sama er eitt nú við gamlari línu og gomlum neti og weiri.
Hans Óli Viberg sigur, at tað eru stórar nøgdir av ymiskum burturkasti, sum koma í land av skipum og bátum.
- Tá eg var sjómaður, fór at kalla alt í havið. Men hildu, at havið kundi taka alt, men soleiðis er tað bara ikki. Eg haldi, tað er ordiliga flott, soleiðis sum menn eru vorðnir bevístir um slíkt burturkast í dag, sigur hann.

Tofta havn svarar alt samdøgurið
Havnarmeistarin á Toftum hevur røkt hetta starv í júst tvey ár í hesum døgum.
- Jú, mær dámar væl. Eg eri einsamallur í starvi, men havi tveir menn, sum arbeiða hjá kommununi, at loysa meg av um næturnar og í vikuskiftunum, tá eg havi frí. Triðju hvørja viku havi eg 24 tímar vakt gjøgnum eina viku, men annars arbeiði eg frá 8 til 17 vanligar dagar.
Hans Óli Viberg sigur, at telefonin hjá havnarskrivstovuni svarar alt samdøgnið, og tá hann hevur frí, stillar telefonin um til hinar, sum loysa hann av.

29-04-2010
Send skjalið
Tíðindi
 
IRF - Telefon: 41 42 43 - Telefax: 41 42 44 - Postboks 39 - FO-520 Leirvík - irf@irf.fo